Hey, takk fyri áhugan.

Síðani eg eri farin í fast starv hjá Vita, veiti eg ikki longur hesar tænasturnar sum sjálvstøðugur.

Eg geri tó somu uppgávur sum partur av menningartoyminum. Sí meiri á Vita.fo

KT tænastur

KT menning heimasíður, telduskipanir, cloud loysnir
Menning av KT loysnum – Heimasíður, web skipanir, applikatiónir, forrit, software…
KT veiting - Hýsing, support og viðlíkahald
Veiting av KT – Hýsing, økisnøvn, teldupostur, fílugoymsla…
KT ráðgeving - support, innovatión, konsept menning
Ráðgeving til KT – support, viðlíkahald, menning, projektering…

Avrik

  • The Second Hand
    The Second Hand er ein fullflýggjað handilsskipan til Consignment Stores. Hóast vit kalla hana eina POS skipan, inniheldur hon lagurstýring, kundastýring, bókhald og CRM funkur.
  • DDB
    DDB er ein KT-skipan til produktivitetsmáting og -optimering á byggivinnuni. Skipanin leggur seg eftir teimum trimum umráðunum: tíð, tilfar og logistik
  • Ground Transit
    Okkara Ground Transit skipan er ein skipan, sum upprunaliga varð ment í samstarv við Vága Floghavn, fyri at geva ferðandi betri upplýsingar um víðari ferð av floghavnini
  • Autónomos
    Vit mentu Autónomos skipanina til at lætta munandi um virkisraksturin hjá smáum sponskum virkjum
  • Zimplehour
    Zimplehour er ein tíðarskrásetingarskipan til konsulent-líknandi virkir. Skipanin leggur dent á produktivitet, rapportering og greiningarmøguleikar.
  • Autosata
    Autosata er liðurin ímillum teir stóru fylgisveina veitararnar og endabrúkaran. Skipanin týður dátur frá fylgisveina veitara til fakturerbarar linjur og veitir autofakturering til “Airtime Resellers”
  • A.I. Auto Classifier
    A.I. Auto Classifier er ein skipan til generella reinsing av dátum. Skipanin gevur tí ólærda brúkaranum lætta og skilliga atgongd til kompleksar A.I. algoritmur