HTML5
Vit hava altíð arbeitt við nýggjastu útgávum av HTML. Hóast sjálvt HTML5 ikki longur kallast ein nýggj útgáva, er hetta ein livandi standardur, sum broytist í heilum. Tað sama er galdandi fyri CSS3 og JavaScript, sum ganga hond í hond við HTML5. Vit hava altíð syrgt fyri at fylgja við í hesum tøknum og at kenna til nýggjastu fyribrigdini innan HTML5, CSS3 og JavaScript.
Við meiri enn 15 ára royndum við hesum málum kunnu vit átaka okkum allar uppgávur innan økið við fullum áliti á góðsku og útinning.
Um HTML
So at siga allar heimasíður tú vitjar á netinum eru gjørdar við HTML. Hetta er galdandi fyri alt frá smáum, persónligum heimasíðum og heilt upp til tær størstu og mest vitjaðu heimasíðurnar, so sum Google.com, Facebook o.s.fr.
HTML stendur fyri HyperTextual Markup Language.
Hypertext er tekstur á telduskermi, sum vísir til aðrar tekstir, sum brúkarin beinanvegin kann lesa. Hypertekst skjøl eru skjøl, sum eru leinkjaði saman við hyperlinks (leinkjum). Í sínum barnadøgum var internetið ikki nógv meiri enn bara skjøl við leinkjum sínamillum. Eitt dømi uppá eina hypertext leinkju ella eitt hyperlink er fylgjandi:
Leinkjan omanfyri peikar á síðuna “Ymiskt” á hesari heimasíðuni, og trýstir tú á leinkjuna, opnast tann síðan. Fyri at gera hesa leinkjuna, skriva vit í HTML:
<a href="https://paetur.fo/ymiskt">Ymiskt</a>
Markup Language er seinna helvtin av styttingini HTML. Hetta sipar til at talan er um eitt mál til uppmerking (markup) av innihaldinum í einum skjali og harvið til at stýra bygnaðinum. Í HTML brúka vit Tags til at uppmerkja innihaldið. Ein yvirskrift, skrivað í HTML kann síggja soleiðis út:
Hetta er ein yvirskrift
Og fyri at vísa hesa yvirskriftina skriva vit í HTML:
<h4>Hetta er ein yvirskrift</h4>
Frá kotuni omanfyri kallast teksturin “<h4>” eitt Tag. HTML hevur eina ørgrynnu av ymiskum tags til ymisk endamál, so sum vanligan tekst, yvirskriftir, myndir, video o.s.fr.
So styttingin HTML stendur fyri HyperTextual Markup Language og lýsir skjøl við leinkjum sínamillum og sum hava eitt strukturerað innihald, ið er uppmerkt til yvirskriftir, reglubrot, myndir o.s.fr. Og hetta lýsir eisini alnetið sum brúkarin upplivdi tað í sínum innleiðandi árum við HTML.
Sum alnetið vaks og broyttist upp ígjøgnum árini, var eisini neyðugt at dagføra HTML til nýggjar tørvir. Hetta førdi til HTML 2, HTML 3, HTML 4 og so til HTML5, sum er nýggjasta og ætlandi síðsta útgávan av HTML