Vit arbeiða uppá og hava royndir við nógvum ymiskum databasa skipanum, heilt frá lættari skipanum sum SQLite til stórar enterprise skipanir so sum SAP HANA. Vit veita tænastur til flestu databasa skipanir.
Vit brúka MySQL til databasastýring av flestu skipanum, vit menna. MySQL er av mest brúktu RDBMS databasa skipanum í heiminum, og verður serliga nógv brúkt á netinum til web applikatiónir og annað á World Wide Web.
MySQL er ein trygg, máttmikil og dynamisk skipan, ið hevur staðið sína roynd á næstan øllum sløgum av databasa uppgávum.
Um MySQL og databasar
Flest allar talgildar skipanir hava tørv á at goyma dátur, so sum myndir, bústaðir, nøvn o.s.fr. Dátur sum skulu vera lættar og skjótar at bæði finna og dagføra verða vanliga settar í databasar.
Flestu databasar eru skipaðir í tabellir við rekkjum og kolonnum, sum setur dáturnar í ein struktur, ið er lættur hjá bæði mennarum og applikatiónum at brúka.
Nógv ymisk sløg av databasum og databasa skipanum finnast, og hóast summar teirra eru sergjørdar til ávís endamál, eru tær flestu rættiliga líkar á nógvum økjum.
MySQL er ein sera vælumtókt databasaskipan, ið verður brúkt av nógvum av teimum størstu databasa-drivnu applikatiónum, sum finnast. Hetta fevnir m.a. um skipanir sum WordPress, Joomla og Drupal og heimasíður sum Facebook, Youtube og Twitter og nógvar aðrar.
MySQL hevur allar møguleikar, sum væntast av einum RDBMS, og er ein góð loysn til allar databasa uppgávur.