WordPress

Vit veita allar tænastur til WordPress heimasíður, heilt frá menning, uppseting og viðlíkahald til hýsing á netinum.

WordPress er ein av best umtóktu CMS skipanum í heiminum, og verður brúkt til alt frá simplum heimasíðum til stórar portalar, net-handlar og bloggar.

Um WordPress

WordPress varð upprunaliga ment til útgávu av bloggum, men er blivið sera vælumtókt til øll onnur sløg av innihaldi á netinum. Í dag verður WordPress nýtt til so at siga øll sløg av innihaldi á netinum.

WordPress er ein CMS (Content Management System) – skipan. Á netinum verður eitt CMS brúkt til at uppseta og dagføra heimasíður.

WordPress er ein av nemmastu skipanum at brúka, og loyvir brúkarum at uppseta og reka heimasíður heilt uttan nakra serliga tøkniliga vitan. Tó er skipanin Open Source og eisini tilrættað mennarum, soleiðis at víðarimenning og tilløga av modulum o.ø. er ómakaleyst fyri mennaran.

Av tí at WordPress er lætt at brúka og sera útbreitt, finnast eisini sera nógvir møguleikar fyri útbygging. Gjørligt er t.d. at gera nethandil, blogg, portalar, forum, media savn o.m.a við plugins til funkur og themes til útsjónd.