Vit brúka jQuery til flestu uppgávur, ið verða lanceraðar til World Wide Web.
Um jQuery
jQuery er eitt JavaScript library, ella ein samling av funkum, sum upprunaliga varð ment til at gera arbeiðið við JavaScript munandi skjótari og lættari. Hóast JavaScript sjálvt er komið langt síðani jQuery kom uppá banan, er jQuery enn nógv brúkt. Mett verður at jQuery verður brúkt á uml. 73% av øllum heimasíðum, og er brúkt nógv meiri enn nakað annað JavaScript library.
Harumframt verður jQuery brúkt sum grundarlag fyri nógv onnur vælumtókt JavaScript frameworks.
Høvuðsgrundin til at jQuery er so vælumtókt er, at nógvar av teimum mest brúktu funkunum í JavaScript krevja nógva kotu, og kunnu vera torførar at yvirskoða. jQuery styttir um kotuna til nógvar av hesum funkum og ger tær meiri lættlesiligar.