Apache

Vit veita hýsing við Apache http server. Apache er mest brúkta web server software á netinum. Vit hýsa næstan øllum okkara skipanum á Apache.

Um Apache

Apache er software til til http hýsing. Allar heimasíður og vev-skipanir eru hýstar á onkrum slagi av http ambætara, og Apache er mest brúkti av slagnum.

Apache koyrir næstan altíð á einari Linux skipan, men kann eisini uppsetast á Windows og Mac, hóast hesar útgávurnar fyri tað mesta verða brúktar til lokala menning og test.

Menningin av Apache byjraði í 1995, og hevði hendan skipanin ein stóran leiklut í vøktstrinum av World Wide Web í byrjanini. Hóast stóra kapping, serliga frá Nginx og Cloudflare, er Apache enn mest brúkti http server, tó ikki við stórum rásarúmi.