CodeIgniter

CodeIgniter ið er tað, sum kallast eitt Rapid Development Web Framework, gevur okkum førleikan at menna KT-skipanir til sera kappingarføran kostnað, og í nógvum førum sera skjótt.

Vit hava ment ótaldar applikatiónir, heimasíður og skipanir við CodeIgniter, harímillum skipanir til:

  • POS (Point Of Sale)
  • Tíðarskráseting
  • Rakstrarætlanir
  • Lagurstýring
  • CMS (Content Management System)
  • Produktivitetsmáting í byggivinnuni
  • Viðlíkahaldsskipanir
  • QoS (Quality of Service) til satellit internet
  • API’ir til mobil apps
  • Eina ørgrynnu av AI (Artificial Intelligence) og ML (Machine Learning) – skipanum
  • …Og mangt annað

Vit kunnu loysa so at siga allar tykkara rakstrar- og forrætningstørvir við CodeIgniter sum miðdepil.

Um CodeIgniter

CodeIgniter er eitt Rapid Development Web Framework, ið er gjørt til at geva mennarum nøkur tól til skjóta og trygga menning uttan at avmarka møguleikarnar.

Endamálið við CodeIgniter er at vera skjótt og lætt, og at geva mennaranum fullan møguleika at velja og vraka hvørjir partar av skipanini ynskjast brúktar. Hetta ger skipanina sera vælegnaða til mennarar, sum hava tørv á at loysa uppgávur av ymiskum sløgum.

CodeIgniter er leyst bygt á MVC (Model View Controller) menningarmynstrið, sum er ein vælumtóktur máti at byggja og halda skil á størri skipanum.