Vit arbeiða uppá allar databasar, ið gera brúk av SQL ella variatiónum harav. Við meiri enn 15 árum av royndum innan SQL á nógvum ymiskum skipanum, kunnu vit taka okkum av flestu uppgávum til flestu databasar.
Um SQL
SQL, Structured Query Language, er eitt mál brúkt innan forritan til at handfara dátur, sum finnast í relationellum databasum, stýrdir av einum Relational Database Management System (RDBMS).
Databasar, sum ganga saman við SQL goyma sínar dátur í tabel format í rekkjum og kolonnum. Hesar tabellir hava samband til hvørja aðra, og geva tískil møguleikan at goyma og arbeiða uppá dátur í fleiri dimensjónum.
SQL er serliga vælhóskandi til at handfara struktureraðar dátur, og at stýra sambandinum ímillum dátur.
SQL verður brúkt til at goyma, finna og broyta dátur, so væl sum at lýsa sambandið ímillum hesar dáturnar.
Hóast ymisk frábrigdi finnast av SQL alt eftir hvørjari skipan arbeitt verður á, eru kjarnufunkurnar tær somu, og er málið ikki nógv broytt seinastu nógvu árini. SQL er sera vælumtókt til arbeiði við dátum frá tí heilt einkla og til tær mest kompleksu skipanirnar, sum finnast.