Við meiri enn 15 ára royndum innan JavaScript kunnu vit átaka okkum allar uppgávur innan hetta økið. Vit hava hollar royndir við reinum JavaScript og við nógvum frameworks og libraries, bæði á client-side og server-side, og hava vit ment alt frá smærri widgets til stórar web applikatiónir við málinum.
Um JavaScript
Um ein heimasíða skal kunna meiri enn bara at vísa myndir og tekst o.l, er neyðugt við einum forritanarmáli at byggja hesar funkurnar. Her er JavaScript upplagda valið, síðani tað er innbygt í allar teir størstu kagarnar, og er sera atkomuligt fyri mennaran. JavaScript kann brúkast til alt frá at gera animatiónir og minni funkur til heilar sórar og kompleksar applikatiónir. Nógvar av teimum størstu software skipanunum, serliga á World Wide Web, eru gjørdar við JavaScript.
JavaScript er eitt av mest brúktu málum til forritan, og verður serliga brúkt í samband við við menning av heimasíðum, applikatiónum og skipanum á netinum.
Saman við HTML og CSS er JavaScript ein av kjarnutøknunum handan World Wide Web, og verður tað brúkt á meiri enn 97% av øllum heimasíðum til at bjóða brúkaranum eitt djúpri upplivilsi og fleiri funkur.
JavaScript var upprunaliga ætlað til brúk á kagum (browsarum), men verður nú brúkt í nógvum øðrum software skipanum, serliga á ambætarum (servers) og í ymsum applikatiónum.
Hóast navnið JavaScript líkist navninum á einum øðrum sera vælumtóktum forritanarmáli, Java, hava hesi málini lítið og einki við hvørt annað at gera.