cPanel

Vit veita cPanel kontur til hýsing av email. heimasíðum, web applikatiónum og øðrum.

cPanel gevur brúkaranum nógvar valmøguleikar í uppsetingini av sínari hýsingarloysn við grafiskari uppseting og lættskilligum menuum.

Hetta merkir eisini at vit kunnu bjóða hýsingarloysnir, bæði til tey, sum vilja hava møguleikan at stýra sínum ambætara sjálvi, og til tey sum ikki ynskja at gera nakað við tann tøkniliga partin.

Um cPanel

cPanel er eitt kontrol panel ið bjóðar eina grafiska brúkara flatu til net-hýsing. Hetta gevur brúkaranum lættar møguleikar til at útføra vanligar uppgávur, so sum at upprætta email adressur, flyta fílur, leggja upp innihald o.a. við at trýsta á knøttar heldur enn at skula líta á tekst-baseraðar command lines, sum kunnu vera klombrutar hjá einum ótøkniligum brúkara at nýta.

cPanel dashboard til net-hýsing
cPanel dashboard uppseting.

cPanel er gott til bæði tann byrjandi net-mennaran og til tann vana og professionella. Tey nógvu tólini og møguleikarnir fyri útbygging lætta nógv um í tí dagliga arbeiðinum við net-hýsing.