CSS

CSS er ein partur av kjarnutøknini aftan fyri World Wide Web saman við HTML og JavaScript.

Umframt at vera serkøn innan CSS, gera vit eisini nógv burturúr at fylgja við menningini av hesari skjótt broytandi tøknini. Vit halda eyga við nýggjum funkum og frameworks fyri at tryggja at vit altíð kunnu bjóða teir nýggjastu møguleikarnar til okkara kundar, og at okkara ráðgeving innan økið er dagførd og eftirfarandi.

Vit eru sjálvandi væl við í nýggjastu útleggingini: CSS3, og hava bestu førleikar at menna, viðlíkahalda og ráðgeva til allar uppgávur hesum viðvíkjandi.

Um CSS

CSS (Cascading Style Sheets) er eitt mál til lýsing av framsýningini (presentatiónini) av einum dokumenti, so sum t.d. einari heimasíðu. So at siga allar heimasíður tú vitjar, brúka CSS til hetta endamálið.

CSS varð upprunaliga ment til at skilja sundur innihald og presentatión, og harvið økja munandi um dynamikkin í menningini av heimasíðum, web applikatiónum o.ø. Her verður innihaldið uppsett í ein struktur við HTML, og CSS verður lagt innyvir fyri at áseta útsjónd, layout o.s.fr. Hetta ger tað lættari at syrgja fyri at innihald vísist líka á ymsum síðum, og ger tað gjørligt at vísa sama innihald á ymsar mátar, t.d. á telduskíggja og fartelefon.

Sum alt annað á netinum er CSS undir støðugari menning. Núverandi útgávan, CSS3, hevur enn nógvar avbjóðingar, hvarav nakrar væntast loystar av eini komandi CSS4 útgávu, og arbeiði á CSS5 er eisini í gongd.

Saman við HTML og JavaScript, er CSS ein hornasteinur í tøknini á World Wide Web, og eitt av mest útbreidd málunum í heiminum.

Líka sum HTML, verður CSS ikki kallað eitt forritanarmál, men heldur eitt “style sheet language”. Hetta er tí at CSS Ikki brúkast til at loysa uppgávur, sum vanliga verða loystar av forritanarmálum.