PHP

Síðani vit fyri meiri enn 15 árum síðani byrjaðu uppá PHP forritan hava vit gjørt flestu okkara skipanir við hesum málinum.

PHP er eitt sera máttmikið forritanarmál, ið serliga er væl skikkað til menning av net-applikatiónum, heimasíðum og øðrum skipanum sum eru ætlaðar at koyra á netinum.

PHP er vælegnað, bæði til skjóta menning av minni tænastum og til menning av stórum enterprise skipanum, og vit brúka PHP til flestu okkara uppgávur.

Um PHP

PHP stendur fyri “PHP: Hypertext Preprocessor”. Og tað er ikki ein feilur; fyrsta P í PHP stendur fyri PHP. Hypertext Preprocessor sipar til upprunaliga endamálið við PHP, sum var ein lættari máti at gera dynamiskar heimasíður ígjøgnum forritan. PHP verður enn brúkt nógv mest uppá hendan mátan, og mett verður at næstan 80% av øllum heimasíðum á netinum eru gjørdar við PHP.

Hóast tað verður brúkt nógv mest til menning á netinum, er PHP eitt mál til heildarforritan, sum merkir at tað kann brúkast til flest øll onnur endamál.

PHP er eitt skjótt broytandi mál, sum verður javnan dagført við nýhugsandi fyribrygdum frá forritanar verðini og optimeringum. PHP hevur ein stóran og aktivan felagskap av mennarum, sum ger at málið er væl útgjørt við nógvum modulum og møguleikum.