Node.js

Vit bjóða menning við Node.js og øðrum server-side JavaScript umhvørvum sum t.d. SAP HANA XS.

Vit eru serkøn innan menning við JavaScript, serliga á client-side, men hava eisini arbeitt nógv við JavaScript á ambætaranum og aðrari útgerð.

Hóast vit sum oftast brúka PHP til server-side menning, finnast summir tørvir, sum vit heldur loysa við Node.js.

Um Node.js

JavaScript varð upprunaliga ment til at koyra í kaganum sum eitt client-side forritanarmál. Men síðani málið er sera vælumtókt og hevur ein stóran aktivan felagskap rundanum seg, er upplagt at brúka málið til annað enn bara mennning í browser.

Serliga er tað ynskið um at brúka JavaScript á server-side, sum hevur drivið innsatsin handan Node.js. Hetta hevur merkt, at sama forritanarmál kann brúkast til client-side og server-side menning av web-applikatiónum. Sum so allar web-applikatiónir hava tørv á einum forritanarmáli á bæði kaganum (client-side) og ambætaranum (server-side).

Node.js er sera vælumtókt, og verður brúkt av nógvum stórum skipanum, serliga sæst Node.js á enterprise skipanum hjá Microsoft, IBM, SAP, Walmart og Amazon Web Services. Eisini verður Node.js brúkt á server-side hjá nógvum stórum og kendum web-skipanum sum t.d. Netflix, Groupon, LinkedIn, PayPal o.s.fr.