Til forritan av loysnum, sum ikki eru tengdar at vevsíðum velja vit ofta at brúka Python.
Umframt at vera vakurt at lýta á, er hetta heildarforritanarmálið sera vælegnað til til nógv ymisk sløg av uppgávum, frá vísindaligari forritan og AI (Vitlíki) til automatisering og multimedia.
Python er eitt av teimum málunum, sum hevur størst vøkstur á flestu ymsu umráðum, og tí eru fá sløg av uppgávum, sum ikki eru hava loysnir gjørdar við Python.
Um Python
Python er eitt forritanarmál, ið verður brúkt til sera nógv ymisk endamál. Hóast nógv mál finnast, ið eitast at vera til heildarforritan, eru ikki nógv mál, sum verða brúkt í líka breiðan mun sum Python.
Python verður javnan kallað eitt av vakrastu og lættast lesiligu forritanarmálunum. Hetta serliga tí, at sjálv formatteringin av kotuni hevur leiklut í hvussu kotan virkar. Av hesari orsøk ber eisini til at greina uppbygnaðin av einari Python kotu í høvuðsheitum uttan at lesa sjálva kotuna, men við at hyggja eftir formatteringini á kotuni.
Python er eitt av heimsins mest brúktu forritanarmálum, og er eisini eitt av teimum málunum, sum forritarar eru best nøgdir við og hava størst gleði av at arbeiða við.
Hugsjónin handan Python er ólík hugsjónini handan flestu onnur forritanarmál, og er lýst ígjøgnum “the Zen of Python” sum eru 19 punkt, umsett soleiðis:
- Vakurt er betri enn ljótt.
- Opinskárað er betri enn undirskilt.
- Einkult er betri enn komplekst.
- Komplekst er betri enn innviklað.
- Flatur bygnaður er betri enn djúpur.
- Spjatt er betri enn tætt.
- Lesiligheit telur.
- Serligir tilburðir eru ikki nóg serligir til at bróta reglurnar.
- Sjálvt um tað verkliga slær reinleika.
- Feilir skulu aldrin fara stillisliga forbí.
- Uttan so at teir við vilja eru hildnir aftur.
- Stendur tú andlit til andlit við tvítýdning, stand tá ímóti freistingini at gita.
- Har skal vera ein – og helst bara ein – eyðsæddur máti at gera tað.
- Hóast tann mátin møguliga ikki í fyrstu atløgu er eyðsæddur uttan so at tú ert Hollendari.
- Nú er betri enn ongantíð.
- Hóast ongantíð mangan er betri enn beint nú.
- Um verksetingin er torfør at greiða frá, er tað eitt vánaligt hugskot.
- Um verksetingin er løtt at greiða frá, er tað møguliga eitt gott hugskot.
- Namespaces eru eitt forbiði gott hugskot – latið okkum gera meiri av teimum!
Hendan, heldur skaldsliga, lýsingin av hugsjónini handan Python víkir frá tí meiri pragmatiska mátanum onnur forritanarmmál verða lýst.