Joomla

Vit bjóða menning, viðlíkahald og hýsing av Joomla heimasíðum.

Næstan óansæð hvat slag av heimasíðu skal gerast, er tann vælumtóktað CMS skipanin, Joomla eitt gott og trygt val. Við nógvum útbyggingarmøguleikum og einum stórum felagsskapi av mennarum, eru møguleikarnir stórir við hesari skipanini. Serliga er Joomla vælumtókt til forum, e-handil og online felagsskapir. Eisini verður Joomla brúkt til ymsar web-applikatiónir.

Joomla er trið-mest brúkta CMS skipan á netinum, aftanfyri WordPress og Shopify.

Um Joomla

Joomla er ein CMS (Content Management System) skipan, sum verður brúkt til at gera heimasíður og web-applikatiónir.

Skipanin er ment við PHP og goymir dátur í MySQL databasum.

Samanborið við WordPress er Joomla eitt lítið vet meiri tekniskt, men gevur eisini brúkaranum fríðari ræsur til menning. Joomla er eitt sindur betri skikkað til stórar heimasíður, og er meiri opið á tann hátt, at skipanin er sett upp soleiðis at CMS-parturin av skipanini kann veljast frá, og bara brúkast, um tað ynskist.

Á leið 6000 uppíbyggingar finnast á Joomla heimasíðuni og fleiri eru til taks aðrastaðni frá.