Git

Menning av størri skipanum kann skjótt verða sera kompleks, og tá er neyðugt at hava eitt gott eyga við útgávum (versjónum).

Er tørvur á útrulla broytingar og rættingar síðuloypandi við at størri útgávur verða mentar, er skjótt neyðugt at hava ymiskar útgávur til menning, test og produktión.

Fyri at hava eina dynamiska skipan, sum kann reagera uppá her-og-nú tørvir samstundis sum ymsir stutt- og langfreistaðir eginleikar verða mentir, er neyðugt við einari haldgóðari skipan til stýring av útgávum.

Síðani vit skiftu til Git fyri nógvum árum síðani, hava vit ikki hugt aftur, og hava vit ikki eingang umhugsað at brúka aðra skipan til útgávustýring. Hetta er tí, at Git hevur nøktað allar okkara tørvir, og hevur víst seg at vera sera álítandi og støðufast.

Um tað hevur snúð seg um minni uppgávur ella stórar applikatiónir við fleiri mennarum í ymsum londum og nógvum ymiskum útgávum, hevur Git verið okkum besta tólið til at halda skil á kompleksitetinum, sum er í menning.

Um Git

Git er ein skipan til útgávustýring og fílusporing í parallellum verkgongdum.

Git varð ment av Linus Torvalds, skaparanum av Linux stýriskipanini, í 2005. Upprunaliga varð Git skapt til menning av Linux kernel, ið var ein stór verkætlan við nógvum mennarum.

Út frá royndum við at menna eina stóra og kompleksa skipan við nógvum mennarum kring knøttin, og við hollari vitan um fíluskipanir, varð Git ment við tí fyri eyga at hava:

  • Sterkan stuðul til paralella menning
  • Útbreidda menning
  • Samsvar við verandi skipanir og protokollir
  • Gagnliga handfaring av stórum verkætlanum
  • Kryptografiskt samgildi av menningargongd
  • Sniðgávu sum eitt amboðssett (toolkit)
  • Dynamiska merge strategi