Skalt tú hava eina góða og støðufasta skipan, er neyðugt at testa hana. Størri skipanin er, meiri týdning hevur tað, at hon verður testað gjølla og javnan. Øll nýggj menning kann hava við sær feilir, og tað er meiri enn so, at feilir koma í, har mennarin ikki hevði væntað.
Software testing kann vera sera leiðiligt og taka langa tíð hjá mennaranum. Her er test automatisering ein sera góð hjálp. Við test automatisering er eisini gjørligt at gera nógv djúpri tests, har skipanin verður roynd á allar hættir fyri at tryggja at hon koyrir sum hon skal.
Skipanir, sum ikki verða gjølla testaðar innihalda nógv fleiri feilir enn væl testaðar skipanir, og góðskan er eisini hareftir.
Vit leggja dent á at testa okkara skipanir, har neyðugt er við góðsku, og vit bjóða eisini at uppseta tests fyri aðrar vev skipanir. Vit brúka Cypress E2E testing til hetta endamálið.
Um Cypress
Cypress er automatiserað test software, sum loyvir mennarum at skriva tests til sínar vev skipanir.
Cypress virkar á tann hátt, at forritið uppførir seg sum ein vanligur brúkari, klikkjur runt á síðuni, útfyllur frymlar o.s.fr. og fylgir við hvussu applikatiónin uppførir seg, at væntaðu síðurnar vísast, og um feilir íkoma.
Cypress kann vísa testina beinleiðis, soleiðis at tað er gjørligt at fylgja við gongdini. Eisini gevur Cypress hollar rapportir av testini, soleiðis at tað verður lætt at finna útav, hvar feilir íkoma, og hvar hesir feilirnir koma frá.