D3.js

Við D3.js kunnu vit gera visualisering av øllum dátum, hvørt tær finnast í XML, JSON, CSV formati, koma frá einari API ella okkurt heilt triðja.

Hvørt tit ynskja grafar til framløgur, grafik til miðlar ella beinleiðis dátuvisualisering, er D3.js dátuvisualisering eitt útmerkað val, ið kann vísa so at siga øll sløg av dátum uppá so at siga allar mátar.

Eisini er D3.js sera vælegnað til interaktivar visualiseringar, t.d. á heimasíðum og apps.

Um D3.js

D3.js er eitt JavaScript funkusavn (library) til dátuvisualisering. D3 stendur fyri “Data Driven Documents” og er ment við tí fyri eyga at geva mennarum ein góðan amboðskassa til at gera øll sløg av datavisualisering við øllum sløgum av dátum.