Autónomos

Vit mentu Autónomos skipanina til at lætta munandi um virkisraksturin hjá smáum sponskum virkjum

Autónomos skipanin hjá okkum er ein skipan sum varð ment til at automatisera flestu viðurskiftir hjá smáum virkjum í Spania. Sponsk autónomo virkir eru at samanbera við einstaklingavirkir í Føroyum, tó við nógv meiri býrokrati og pappírarbeiði. Heldur enn eina breiða bókhaldsskipan, ynsktu vit at menna eina skipan til at taka sær av øllum virkistørvum til eittans slag av virki, á einum stað.

Autónomos er okkara roynd at trýsta markið fyri einkultleika so langt sum yvirhøvur til ber.

At byrja egið virki kann vera sera spennandi. At taka lopið, gera íløgu í sær sjálvum, trúgva at “Eisini eg havi okkurt at bjóða” og at skera sær sjálvum eitt lítið stykki av marknaðinum, við dreyminum um at hetta líttla stykkið einaferð fer at vaksa til okkurt stórt.

Sjálvstøðug og eigarar av lítlum virkjum sleppa at fylgja sínum egna eldhuga og gera tað, tey duga væl. Hetta slagið av framtakssemi er ógvuliga sunt fyri eitt samfelag og skuldi eftir okkara tykki verið eggjað undir.

Men tað er ikki altíð soleiðis, tað er. Vit skilja væl, at nógv verður gjørt fyri at laga seg eftir tørvunum hjá smáum virkjum, og at tað er týdningarmikið við forskriftum og lógum. Skattur skal gjaldast, skjalprógv skulu goymast og reglur skulu fylgjast.

Uttan so at tú ert í gongd við at byrja eitt bókhaldsvirki, er ikki sannlíkt at tín eldhugi umfatar budget balancering, bókhald, rætt skjalaformat, vitan um lokalar og nationalar lógir og fíggjarliga rapportering.

Hóast tú vildi brúkt tína tíð uppá at gera tað arbeiði, sum tú lýsir við á síðuni á tínum bili, er tað soleiðis, at ein rúgva av tíð skal brúkast uppá at halda skil á tínum virki. Enn víðari so eru tað ikki øll, sum hava fyriskipanar evnini til at gera hetta.

Her skal líka innskjótast ein áminning um, at vit her tosa um sponsku skipanina, sum er ógvuliga nógv tyngri enn føroyska. Pappírarbeiði, kostnaðir, býrokrati, krøv á skjalprógv, bøtur og fylgir fyri vantandi skjøl o.a. eru fleirfaldaði samanborið við okkara góðu føroysku skipan.

Autónomos virkar sum fyriskipari við at halda skil á kundum, veitarum, rokningum, kostnaðum, skjølum og formularum. Hetta soleiðis at handverkarin kann brúka meiri tíð við hamara í hond og minni tíð við penni í hond.

Einkult yvirlit yvir skjøl
Einkult yvirlit yvir øll skjøl. Skjølini eru bókaði og kunnu atkomast allastaðni frá.

Skipanin tryggjar at skjøl eru rætt formatteraði og rætt skrásett við lættari atgongd, bæði fyri bókhaldinum og auditørunum. Fakturar og kostnaðir verða rætt skrásettir í fyrstu atløgu, so at brúkarin ikki skal hugsa um tey seinni.

Skipanin eggjar til røtt atburðar mynstur, har brúkarin situr í nakrar minuttir við skráseting nú og tá, heldur enn at brúka heilar dagar við endan av tíðarskeiðum (mánaða, kvartal, hálvár og ársenda). T.d. tá ið tangin verður fyltur á bensinstøðini, innlesur brúkarin kvittanina á fartelefonina beinanvegin og kann hareftir gloyma hana. Kostnaðurin verður skrásettur í skipanini og neyðugu skrásetingar verða gjørdar automatiskt (Í Spania skal bensinstøðin skrásetast sum veitari, títt virki skal skrásetast sum kundi í skipanini hjá bensinstøðini, og kvittanin skal hava títt skrásetingarnummar).

Fakturering er gjørt sera einføld. Reglur eru innskrivaðar og upplýsingar um slagið av transaktión er valt, hvareftir brúkarin fær upplýsingar um røttu skattaviðurskifti (tænastuslag, slag og land hjá kunda, VAT umstøður o.s.fr.). Hetta tryggjar at hvør fakturi er uppsettur við røttum skattum og avgjøldum, og tú sleppur undan at fáa eina óvæntaða skattarokning (við eyka avgjøldum) við endan av tíðarskeiðinum.

Dømi um fakturering við autónomos
Fakturering er einkul og skillig. Men í bakgrundini útførir skipanin eina rúgvu av greiningum fyri at tryggja at rokningin er í røttum formati og í tráð við galdandi reglugerðir.

Við at halda skil á kundum, veitarum og viðkomandi áhugapartum, ger skipanin tað lætt hjá brúkaranum at skráseta og innsenda rætta listan yvir áhugapartar. Hetta gevur eisini brúkaranum atgongd til upplýsingar um teirra viðurskifti við áhugapartar og greiningarmøguleikar til hetta.

Skjøl og formularar eru goymd í skipanini, soleiðis at brúkarin altíð hevur atgongd til tey, og skjótt kann framvísa tey har tað er kravt. Vanligt brúk av hesum er, tá ið brúkarin er hjá t.d. skjalaskrivara ella banka og skjalprógv er kravt til eitthvørt. Her kann brúkarin framvísa skjølini á fartelefonini ella senda tey til rætta adressu ímeðan hon er á staðnum.

Dømi um áminningar
Áminningar til kostnaðir, rokningar, neyðuga skráseting o.s.fr.

Skipanin heldur eisini skil á hvørji sløg av skjalprógvi eru kravd til ávísar handlingar. T.d. fyri at fakturera einum kunda innanfyri ES uttan at uppkrevja IVA (spanska MVG), er neyðugt at hava skrásett ein “Intracommunitario” formular og at hava eina ávísing til hetta skjalið. Skipanin tryggjar, at brúkarin ikki hevur møguleikan at fakturera eftir undandtaksreglum uttan at hava ávísing til skráseting í rættari skipan. Á hendan hátt forðar skipanin brúkaranum at gera nakað av misgávum, sum kann føra til stórar bøtur og avgjøld seinni.

Áminningar og áheitanir tryggja at brúkarin ikki gloymur at skráseta og gjalda til tíðina. Afturvendandi kostnaðir og sølur verða automatiskt handfarnar eins og allar neyðugar avhandanir til myndugleikar, so sum ársfjórðingar- og árlig rapportering, kravdir formularar o.s.fr.

Skipanin heldur eisini skil á gjaldsábyrgd, so sum at minna brúkaran á komandi skatt, VAT og gjæld til almannaveiting, og at upplýsa brúkaran um hvørjar handlingar eru neyðugar. Hetta t.d. fyri at tryggja at brúkarin kann vera vísur í at peningur er tøkur á kontu til hesar tíðir.

Brúkarin hevur beinleiðis yvirlit yvir síni fíggjarligu støðu, skattastøðu og vánir fyri ársúrslit. Øll skjøl verða formatteraði og útflýggjaði til bókhaldara, týðiligt flokkaði og við einum yvirliti yvir útrokningar úr skipanini.

Eisini er gjørligt at geva bókhaldara atgongd til skipanina so hesin av sínum eintingum kann hava eftirlit við, ráðgeva kundanum og heinta neyðug skjøl.

Skipanin varð ment saman við bókhaldarum og einstaklingavirkjum. Bókhaldarar fingu nógv betri yvirlit yvir viðurskiftini hjá kundum teirra og vóru førir fyri at veita sínar tænastur uttan at skula samskifta og bíða eftir kundanum, ella at uppklára misskiljingar, sum lætt íkoma. Virkir brúktu nógv minni tíð uppá virkisraksturin, men høvdu betri yvirlit og kendu seg tryggari við síni viðurskifti sum heild.