Fyri ein, sum hevur stóran áhuga í at nýta framkomnastu tøknina til at loysa nakrar av teimum mest kompleksu trupulleikunum, menniskjað nakrantíð hevur sæð, verður tað ikki nógv betri enn satellit-ídnaðurin.
Fáir, um nakrir, ídnaðir hava somu krøv til neyvleika, tøkni og nýhugsandi problemloysn.
Undir okkara arbeiði við Autosata og skipanum tongdar at hesari, hava vit havt møguleikan at arbeiða við, at vitja og at fáa eitt eygnabrá aftanfyri pallin á øllum leinkjum á ketuni frá teimum heilt stóru satellit operatørunum, land statiónunum, hardware framleiðarunum, airtime resellers og til kundarnar og endabrúkararnar.
Vit hava fingið eina einstaka mynd av hvussu hesi samskifta og samvirka við hvørjum øðrum, tær tøkniligu avbjóðingarnar tey hava, og tær – ofta flogvitugu – loysnirnar, tey finna uppá.
Autosata er ein skipan til automatiskt at greina CDR (Call Data Records) fyri brúk av tøkni sum Iridium, Inmarsat o.s.fr. Hesar verða innlisnar og umskrivaðar til menniskja-skilligar reglur yvir forbrúk og gjørdar til fakturar, sum verða sendir automatiskt til kundan.
Í stuttum tekur skipanin høgt tekniskar dátur beinleiðis frá satellit veitaranum og umsetur tær til mál, sum nøktar forrætningstørvin hjá airtime reseller og hjá kundanum.
Autosata ger tað gjørligt hjá airtime resellers at seta sínar prísir dynamiskt, fylgja við og greina forbrúksdata og automatiskt fakturera kundunum. Eisini ger skipanin brúksrapportir eksporterar fíggjarligar dátur til bókhaldsskipanina.
Autosata er ment sum ein multi-tenant SaaS skipan.