Undir menning av hesari verkætlan høvdu vit møguleikan at ferðast kring Danmark og vitja byggifyritøkur, myndugleikar, kunngerðarheimildarar, byggiráðgevar, nýhugsarar og netverkararnar, sum arbeiða hart fyri at tryggja at skapandi orka floymir ímillum fyritøkurnar.
Byggivinnan er eitt spennandi øki frá sjónarmiðinum hjá einum dátu- og informatións tøkningi. Hetta er serliga galdandi fyri tær heilt stóru byggifyritøkurnar, har ein ørgrynna av sjónarmiðum koma saman fyri at loysa eina felags uppgávu.
Byggifyritøkan hevur til uppgávu at halda skil á tilfari, vørustreymsamskipan, starvsfólki og undirveitarum, skráum og ætlanum, projektering, lóggávu, kostnaði og vinningi og nógvum øðrum – og javnvága hetta upp ímóti kundans tørvi og forvæntningum. Alt hetta áðrenn boðið verður uppá uppgávuna og í kapping við fleiri aðrar byggifyritøkur, sum gera sama arbeiði fyri at vinna boðið.
At vinna boðið um eina stóra uppgávu, og so ikki vera førur fyri at útinna hana eftir ætlan kann týna eina byggifyritøku. Og júst hetta hendir meiri enn so.
Sama søga um eina byggiætlan, sum kostaði langt yvir hvat var vænta, onkuntíð 2-3 ferðir meiri, gongur aftur í tíðindunum við jøvnum millumbili. Søgan er tann sama, tað einasta sum broytist er navn á veitara og byggiætlan. Sum lurtarar eru vit skjót at fella dóm tá ið vit hoyra hesar søgurnar, men tað er sum oftast tí at vit ikki kenna øll viðurskiftini. Staklutirnir í projektering og útinning av eini stórari byggiætlan eru ikki áhugaverdur lesnaður fyri vanliga persónin.
Byggifyritøkur standa yvirfyri somu avbjóðingum sum vit øll onnur. Ósamsvarandi skráir, sjúka, ærlig mistak, vánaligt samskifti, vantandi samskifti, tøknilig brek o.s.fr. Bara í nógv størri format. Stórir og smáir trupulleikar kunnu renna saman og viðføra stórar seinkingar og kostnaðarhækkingar.
Hóast tað ikki slepst undan óvæntaðum trupulleikum, er tað gjørligt at betra munandi um støðuna við upplýsing og røttum brúki av dátum. Um røttu fólkini hava rættar upplýsingar til røttu tíð, kunnu avgerðir takast til at forða ella linna um nógvar av áðurnevndu trupulleikunum.
Skráseting og greining av produktivitetinum við serligum atliti til tíð, tilfar og logistik geva byggifyritøkuni eina veruleikakenda ímynd av byggiætlanini og betri tól til at taka góðar avgerðir í tøkum tíma, sum stórliga ávirkar enda kostnaðin og tíðarætlanina.
Fyri at einfalda málið, kunnu vit spyrja:
- Hvat kostar tað, tá ið gipspláturnar verða settar av á skeivum stað, og 3 mans skulu brúka ein hálvan dag uppá at bera tær á rætta stað?
- Hvat kostar tað tá ið elektrikarin er aftanfyri tíðarætlan, og timburmenninir mugu bíða eftir henni?
- Hvat kostar tað tá ið kranabilurin er komin á staðið, men bjálkarnir sum skuldu lyftast uppá pláss, ikki eru?
- Hvat kostar tað, tá ið øll tíðarætlanin er flutt soleiðis, at rørsmiðurin ikki sleppur framat at gera sítt arbeiði?
- O.s.fr.
Uttan eina góða skipan til máting av produktiviteti og eitt sindur av skráseting, er ikki lætt hjá okkum at svara hesum spurningunum.
Men um vit kundu svarað spurningunum, høvdu vit kanska sæð, at gipspláturnar, sum vóru settar av á skeivum stað, kostaðu fyritøkuni 7000,- og fluttu tíðarætlanina so mikið nógv aftur, at undirleverandørurin, sum skuldi sveisa vinylið ikki kann byrja sítt arbeiði til ásetta tíð o.s.fr.
Nógvar upphæddir á 7.000 krónur her og 11.000 krónur har, føra til stórt árligt tap, sum í nógvum førum er púra óneyðugt, og kann fyribyrgjast við røttum upplýsingum í góðari tíð.
SaaS skipanin hjá okkum, Zimplehour, er tikin beinleiðis úr hesari skipanini við smábroytingum, og verður enn brúkt dagliga. Hetta er eisini galdandi fyri ymsar undirliggjandi skipanir og algoritmur frá DDB.
Skipanin
Einans danska útgávan av skipanini er ment, so allar skíggjamyndir eru á donskum.
DDB skapar eitt felags “situational awareness” tvørtur um løgini í fyritøkuni. Skipanin vigar veruleikastøðuna upp ímóti teimum projekteraðu metingunum og gevur fyrisitingini, leiðsluni, starvsfólkunum og undirleverandørum eina løtumynd av hvar verkætlanin er í mun til upprunaligu ætlanina.
Hóast tilfar og logistikkur eru tonkt inn í endaligu skipanina, miðsavnar fyrsta útgávan, sum er ment, seg um produktivitet í mun til tíðarætlanir og -skráseting.
Undir projekterings-fasuni bólkar fyritøkan verkætlanina í ein hierarkiskan struktur í trimum løgum, frá tí mest yvirordnaða top-laginum og niður til lægsta lagið, sum eru framleiðslueindir. Mett verður um tíðina, ið krevst til hesar.
Núverandi útgávan av skipanini loyvir grundleggjandi ásetan við kostnaðar- og prís meting. Tann ætlaða endaliga útgávan av DDB skuldi innihalda fleiri amboð, ið hjálpa við neyvari meting, so sum:
- At taka inn søguligar dátur frá líknandi framleiðslu
- Fyrigangandi metingar og metingarúrslit
- Fráboðanir um viðurskiftir, ið ávirka framleiðsluna
- Greining av søguligum royndum við somu og líknandi framleiðslueindum
- Tíðarætlan og lutan av tøkum starvsfólki og undirleverandørum
- Krossávísing til tilfar og logistikk
Tá ið verkætlanin er uppsett, verða upplýsingar gjørdar tøkar til viðkomandi starvsfólk. Her fáa toymini at vita hvat væntast av teimum, og hava møguleikan at viga inn. Týdningarmiklar upplýsingar um verkætlanina eru deildar við røttu starvsfólkini so tíðliga sum gjørligt, soleiðis at ein felags ímynd kann byggjast av uppgávuni.
Tá ið verkætlanin er sett í gongd, skráseta starvsfólkini sínar tímar á tær tildeildu framleiðslueindirnar við einari einklari skrásetingarskipan, antin á mobilari app, á pappír til seinni innskriving ella tað, sum hóskar seg til teirra umhvørvi. Hetta verður gjørt á so einfaldan hátt sum gjørligt, síðani skráseting og KT ikki altíð virka væl á byggiplássum.
Frá skrásettu dátunum hava øll viðkomandi starvsfólk eina beinleiðis ímynd av, hvussu verkætlanin ber seg upp ímóti ætlanunum. Leiðslan hevur møguleikan at fylgja við tíma fyri tíma og frávik frá tíðarætlan verða eyðsædd so tíðliga sum gjørligt.
Um ein framleiðslueind byrjar at dríva inn í seinkingar, dagførir skipanin ætlanirnar og gevur boð um flytingar og møguligar trupulleikar í tíðarætlanum. Við hesum upplýsingum undir hond so tíðliga sum gjørligt, hevur brúkarin betri tíð til at:
- Flyta runt uppá toymir og starvsfólk
- Útvega sær eyka hjálp um neyðugt
- Broyta tíðarætlanir mótvegis undirveitarum og tilfarsveitarum
- Broyta ætlanir eftir tørvi
Hetta er serliga hent tá ið talan er um stórvegis seinkingar, ið kunnu hava stóra ávirkan á onnur aspekt av verkætlanini, og har tað hevur stórt virði at vera so væl upplýstur sum gjørligt so tíðliga sum gjørligt fyri at forða fyri ella minka um domino effektir, ið kunnu uppstanda. DDB eygleiðir ikki bara núverandi løtumyndina av støðuni, men greinar hvussu núverandi støðan ávirkar verkætlanina sum heild, í mun til bæði tíð og kostnað.
Hinvegin hevur tað eisini stórt virði at taka nyttu av tí, sum er mótsetningurin av seinkingum. At síggja at verkætlanin ella partar av henni eru framman fyri ætlan gevur brúkaranum møguleikan at gera broytingar hinvegin. Eins og við seinkingum, er gjørligt at koma í støður, har toymir ganga fyri einki orsaka av at uppgávur eru lidnar áðrenn tíð. Ein vælupplýstur verkætlanarleiðari hevur møguleikan at økja um vinning eins og at minka um tap um hon hevur røttu tólini við hondina.
Hóast hendan verkætlanin hevur nakrar staklutir afturat á ymsum menningarstøði, er omanfyristandandi ein lýsing av umleið hvussu langt vit eru komin við skipanini. Tilfar og logistikkur eru ætlaðir partar av endaligu skipanini, ið saman við tíðar-partinum av skipanini kunnu bjóða sera áhugaverdar fyrimunir til byggivinnuna.