Ein flogvøllur er ein kompleksur flutnings-miðdepil. Ikki einans fyri flúgving, men eisini fyri flutning yvir land. Hvør einasta koma og fráferð ferðast víðari til og frá flogvøllinum, hvørt tað er við bili, taxa, toki, metro e.l.
Einhvør flogvøllur hevur tørv á at syrgja fyri trygd, lættleika í ferðing og at tryggja teimum, ofta strongdu, ferðafólkunum at tey eru í góðum hondum.
Tá ið vit nýta eina floghavn sum ferðandi, leggja vit ikki til merkis tað stóra arbeiðið, sum fer í júst hetta. Far til fráferð, ígjøgnum trygdareftirlitið, finn tína gate á skerminum, far til gate og so umborð. Tá ið tú ert komin uppá pláss, fylg skeltunum og tú ert skjótt á heintingarstaðnum, taxa køini ella hvar tú so hevur brúk fyri at vera fyri a koma víðari í tínari ferð. Hetta alt uttan at leggja nógvar tankar í tað.
Hvørt tú ert á tíni lokalu floghavn ella á einari floghavn, tú aldrin áður hevur vitjað, er tað vanliga sera lætt at navigera har tú ynskir at fara. Tú hyggur upp eftir stórum skeltum, finnur tey har tú væntaði og flytir teg lættliga og ómakaleyst ígjøgnum terminalar og transit umráðir.
Hetta ómakaloysið kemur frá nógvum árum av gransking á ymsum umráðum. Hóast tað fyri teg, sum ferðandi, kenst sum um tú tekur inn upplýsingar og tekur egnar avgerðir um hvar leiðin gongur, er sannleikin eitt sindur meiri fløktur enn so. Í veruleikanum kann sigast, at grundin til at ferðandi sum heild flyta seg sera ómakaleyst ígjøgnum floghavnirnar hevur meiri at gera við flokking enn evnini til at taka avgerðir hjá tí einkulta.
Lættur, góður og tryggur ferðslufloymur er sera týdningarmikil á øllum floghavnum og er eitt av høvuðs fyrilitunum, ið verða tikin, frá tí at bygningurin verður projekteraður og bygdur og til skelti og skermar verða uppsettir.
Ein av høvuðs avbjóðingunum, ið hava ávirkan á ferðslufloymin, trygdina og munadygdina, eru fløskuhálsar. Hesir kunnu uppstanda av ymsum orsøkum og á ymsum støðum. Handlar, gates, trygdareftirlit og WC eru dømir uppá støð, har fløskuhálsar uppstanda. Floghavnir eru sniðgivnar til at tryggja at hesir fløskuhálsar ikki órógva ferðslufloymin, antin við at “reka” ferðandi av vegnum, syrgja fyri at hesi støð hava nógv pláss ella á annan hátt.
Komu (arrivals) umráðið er eitt av mest avbjóðandi støðum í mun til fløskuhálsar. Eftir nervøst at hava smoygd sær undan eygnakontakt við tollararnar sum standa undir “Nothing to declare” skeltinum, fer tann ferðandi út úr transit umráðinum og hevur brúk fyri at gera sær nýtt yvirlit yvir umstøðurnar. Staðið, har tann ferðandi broytist frá at vera ein flogferðandi til at vera ein land-ferðandi er vanliga eitt smælt stað, sum øll mugu ígjøgnum. Fyri at gera støðuna enn meiri brongluta, er hetta eisini staðið, har fólk uttanífrá koma at hitta tey flogferðandi.
Hetta staðið verður ein peruvellingur av vinum, familju, fólki sum skulu hendan vegin og fólki sum skulu handan vegin. Ofta er tað júst her, fólk steðga og tað gongur upp fyri teimum at tey nú skulu til at taka avgerðir um hvørja leið tey skulu taka víðari. Og her fáa vit eina blanding av ymsum atburðum:
- Flestu ferðandi ganga beint ígjøgnum og fara av vegnum.
- Summi verða møtt av familju og vinum og verða standandi og forða ferðsluni.
- Summi byrja at ganga runt á arrivals umráðinum, leitandi eftir einum sjáfføri ella onkrum, sum er komin at heinta tey.
- Summi steðga heilt og varnast at tey ikki vita hvar tey nú skulu. Stilla seg at hyggja runt í terminalinum eftir skeltum at hjálpa sær víðari.
- Fólk, sum eru komin útifrá av ymsum orsøkum standa og forða ferðsluni á teimum avsettu leiðunum.
- Sjáfførar, ið eru komnir at heinta fólk, standa bíðandi, vanliga útivið ymsastaðni, ofta við einum skelti í hondini.
Skipanin
Okkara Ground Transport Information System er ment til at betra um ferðslufloymingina fyri ferðandi sum koma av flogfarinum við at geva teimum upplýsingar um teirra ferð víðari av floghavnini, og eisini til at hjálpa við at halda arrivals umráðið so frítt sum gjørligt fyri óviðkomandi.
Umframt at frígera pláss á arrivals umráðinum tekur skipanin eisini burtur tørvin hjá nógvum ferðandi at reika runt í umráðinum og flytur tey ístaðin skjótt víðari.
Ístaðin fyri at standa í arrivals umráðinum við einum skelti, fær taxasjáfførurin atgongd til eina app, har hann kann skráseta seg í okkara skipan við navninum á tí ferðandi, sum skal heintast. Sjáfførurin kann so ístaðin bíða í bilinum eftir kundanum.
Skipanin heldur skil á beinleiðis dátum um flogferðir og vísir viðkomandi ferðir til ferðandi frá viðkomandi flogferðin, ímeðan tey ferðast ígjøgnum transit umráðið. Hetta gevur tí ferðandi vitanina sum er neyðug til at fara beint ígjøgnum arrivals og ímóti teirra næsta ferðamáli.
Skermar eru uppsettir í transit umráðið og á støðum uttanfyri arrivals. Hetta tryggjar, at sjálvt tey ferðandi, sum ikki hava fingið upplýsingarnar inni í transit umráðinum flyta seg skjótt ígjøgnum arrivals og spjaða seg skjótt tann vegin, tey skulu.
Skermarnir innihalda eisini links og QR kotur, sum geva brúkarum hesar upplýsingarnar beinleiðis í sínari telefon. Hetta er serliga hent, har brúkarin hevur tørv á leiðbeining fyri at finna sjáfførarnar.
Afturat hesum, hevur skipanin eina valfríða funku til flutnings-skema, ið vísir upplýsingar um bussar, tok o.s.fr. frá floghavnini. Hetta er automatiskt integrerað í talgildu skema skipanina hjá tí einkulta flutningsfelagnum.
Samanumtikið stendur skipanin av 4 samanknýttum brúkaraflatum:
- Administratiónsumráði, har floghavnin kann stýra skipanini
- Info-skermar, sum vísa upplýsingar til ferðandi
- Sjáffør appin, sum gevur sjáfførinum tól
- Web-app til tann ferðandi at fáa fleiri upplýsingar um sína ferð