Hýsing av heimasíðum og telduposti

Vit bjóða alt innan skráseting, hýsing, uppseting og viðlíkahald á netinum. Okkara tænastur eru serliga ætlaðar teimum, sum ikki ynskja at taka sær av tí tøkniliga sjálvi.

Ynskja tit tykkara egna pláss á netinum, er neyðugt at hýsa hetta á ambætarum (servers). Tá ið tað kemur til val av ambætara eru valmøguleikarnir sera nógvir, og tað kann vera sera torført at finna og velja eina hýsingarloysn, ið lúkar øll krøvini til júst tykkara tørvir.

Ístaðin fyri at bjóða hýsingar pakkar við tølum og tøknilýsingum, sum støða skal takast til, bjóða vit hýsing útfrá tykkara tørvi. Eftir eina samrøðu kunnu vit bjóða tykkum eitt tilboð sum fevnir um júst tykkara tørv.

Vit avgreiða sjálvandi allar tøkniligar spurningar og avbjóðingar í samband við hýsing.

Økisnøvn

Ynskja tit at skráseta eitt økisnavn, men ikki at umsita ambætarar, DNS o.s.fr. kunnu vit gera hetta fyri tykkum. Vit uppseta økisnavnið til tykkara tørvir, so sum teldupost, heimasíður ella net-skipanir av ymsum slag.

Heimasíðu skipanir

Flestu heimasíður verða í dag gjørdar í sokallaðum CMS (Content Management System) skipanum. Vit kunnu uppseta flestu CMS skipanir á okkara ambætarum. Eisini bjóða vit allar tænastur í mun til at hjálpa tykkum í gongd og at viðlíkahalda skipanirnar.

Vit kunnu sjálvandi hýsa teimum mest brúktu skipanunum, so sum WordPress, Joomla, Drupal, Typo3 o.s.fr., og vit eru eisini væl útgjørd til at hýsa nógvum øðrum skipanum, kendum sum ókendum.

Teldupostur

Ynskja tit eina teldupost adressu við egnum navni, t.d. jens@jens.fo, kunnu vit uppseta hetta fyri tykkum. Vit kunnu bjóða privatar teldupost ambætarar og -skipanir og samskipa hesar við aðrar veitarar, so sum hotmail ella gmail o.a.