Innleiðing til Predictive Maintenance

Hendan greinin lýsir hugtakið Predictive Maintenance (Forsøgið Viðlíkahald) í høvuðsheitum og uttan mun til serstaka útgerð. Altso sum heildarreglur, ið kunnu brúkast til øll sløg av útgerð og materialum. Greinin brúkar nógv ensk hugtøk, sum ikki hava almennar umsetingar til føroyskt, ella sum eg ikki havi funnið nøktandi føroyskanir til.

Viðlíkahald eftir teimum gomlu mannagongdunum er planlagt og sett í skema í mun til framtíðarútlit og miðaltøl, sum eru bygd á fyrigangandi royndir og hagtøl. Flest øll útgerð verður fyrst og fremst viðlíkahildin á hendan hátt. Hetta er t.d. tá ið vit skifta olju á bilmotorinum fyri hvørjar 10.000km ella 6mðr.

Condition Based Maintenance kann sigast at vera eitt stig víðari frá teimum gomlu mannagongdunum. Her hevur verkfrøðingurin møguleikan at síggja her-og-nú standin á útgerðini við sensorum sum t.d. temperaturfølarum, ventil sensorum o.s.fr. Út frá hesum upplýsingum er gjørligt at taka avgerðir til at útføra neyðugt viðlíkahald, sum annars ikki er planlagt. Her er oftast neyðugt at útgerðin longu er farin at vísa týðilig tekin um feil ella slit.

Predictive Maintenance tekur okkum eitt stig víðari við at spáa um framtíðarútlitini hjá útgerðini við at síggja og greina broytingar og variatiónir, sum menniskju ikki eru før fyri at uppfanga.

Viðlíkahald

Um vit byrja á hinari síðuni á spektrum, tað vit kundu kalla mótsetningin av Predictive Maintenance, so hava vit Corrective Maintenance.

Corrective Maintenance (Bøtandi Viðlíkahald) er viðlíkahald á útgerð, sum longu hevur verið úti fyri feili. Hetta er vanliga dýrasti mátin at útføra viðlíkahald, síðani tað ofta krevur – ella førir til – at onnur útgerð og teirra skipanir verða gjørdar óvirknar í eitt tíðarskeið. Corrective Maintenance er vanliga ikki planlagt ella væntað og er eisini ofta tíðarkritiskt. Ikki er neyðugt at nevna, at Corrective Maintenance er nakað, vit royna at fyribyrgja og at sleppa undan.

Preventive Maintenance (Fyribyrgjandi Viðlíkahald) í sínum traditionella týdningi, roynir at avmarka tørvin á Corrective Maintenance ígjøgnum skipaðar vanar. Hesi fevna um smyrjing, reinsing, umsjón o.s.fr., og viðvíkja ofta at hava manning á staðnum. Preventive Maintenance vanaverk eru skipaði eftir undanfarnum royndum við somu og líknandi útgerð. Onkuntíð verður eisini tikið hædd fyri umstøðunum, t.d. veðrinum, á staðnum, har útgerðin verður brúkt.

Condition Based Maintenance (víðlíkahald grundað á standin á útgerð) eru viðlíkahalds mannagongdir, sum brúka Condition Based Monitoring (eygleiðing grundað á standin á útgerð). Hesi starvsløgini gera brúk av sensorum og telemetri til at eygleiða standin á útgerðini og taka avgerðir viðvíkjandi viðlíkahaldi. Við einum vaksandi net kervi og vaksandi tali av IoT (Internet of Things) útgerð, kann hetta ofta gerast uttan at fara frá skrivstovuni, síðani dátur og telemetri frá sensorum og útgerð kunnu síggjast beinleiðis á telduskermum.

Umframt at geva starvsfólki møguleikan at útføra nógvar umsjónaruppgávur uttan at fara á staðið, letur net-baserað Condition Based Maintenance upp fyri áhaldandi, ístaðin fyri regluliga, eygleiðing av útgerðini. Hetta kann geva týdningarmiklar upplýsingar um feilir á útgerð í tí teir stinga seg upp.

Flestu Condition Based Maintenance skipanir eru uppsettar til at geva frá sær ávaringar tá ið ávís viðurskiftir fara út um sínar karmar, t.d. tá ið ein temperatur sensor vísir ov høgan hita, ella tá ið ein trýst sensor vísir ov lágt trýst o.s.fr. Hesir karmarnir verða settir útfrá undanfarnum royndum, sum vísa á ein stand ið hevur við sær hægri vanda fyri feili ella breki á útgerðini.

Condition Based Maintenance er eitt stórt framstig frá Preventive Maintenance í tí, at tað gevur her-og-nú upplýsingar um útgerð og lutir. Starvsfólk eru betri útgjørd til at taka upplýstar avgerðir um viðlíkahald. Um hon verður brúkt rætt, skuldi hendan mannagongdin økt um livitíðina á útgerðini, fyribyrgt feilum og brekum og optimerað virksemið hjá útgerðini.

Predictive Maintenance

Á sama hátt sum Condition Based Maintenance er eitt stórt stig fram frá Preventive Maintenance, er Predictive Maintenance eitt stórt lop víðari fram ímóti idealinum við ongum samanbroti og optimalari gagnnýtslu av útgerðini.

Eins og við Condition Based Maintenance, eru nógvir mátar at brúka Predictive Maintenance. Markið ímillum hesar báðar metodurnar er ikki heilt knívskorið, serliga við snildum algoritmum, sum saman við Condition Based Monitoring kunnu geva forsøgnar møguleikar.

Í sínum best kenda formi ger Predictive Maintenance brúk av A.I. (Artificial Intelligence), og serliga Machine Learning (ML) til at “upplæra” eina skipan við eksisterandi dátum og brúka hesa skipanina saman við Condition Based Monitoring til automatiskt at avgera framtíðar standin á eini funktionellari eind fyri at meta um hvørjar viðlíkahaldstørvir eindin hevur.

Condition Based Maintenance krevur vanliga at fólk hava støðugt eftirlit, greina og taka avgerðir út frá teimum dátum, tey fáa inn. Predictive Maintenance skipanir útføra hesar greiningar og taka avgerðir beinleiðis í sínum software. Predictive Maintenance kann bera stóran yvirluta yvir menniskjaliga eygleiðing á nógvum økjum, íroknað avgerðargóðsku, ferð, sanngildi o.s.fr.

Root Cause Analysis (RCA) – greining av uppruna orsøk – er fundamentið fyri okkara núverandi vitan um hvussu og hví feilir og brek íkoma. Predictive Maintenance lítur ikki á hetta til sínar forsøgnir. RCA vitan verður tó í stóran mun brúkt til at uppseta og stilla Predictive Maintenance skipanir.

Predictive Maintenance hyggur ikki beinleiðis eftir uppruna orsøkum til brek. Ístaðin ger tað brúk av prinsippum frá Statistical Process Control og hyggur til Probability Models fyri at gera eina forsøgn um framtíðar útlitini fyri stand og støðu hjá útgerðini.

Av tí at Predictive Maintenance skipanir eru førar fyri at eygleiða eitt høgt tal av variablum, teirra samband við hvønn annan og hvussu hetta ávirkar gongdina, kann tað vera eitt virðismikið tól til at útføra RCA. Hetta vil siga at finna samsvar ímillum eitt høgt tal av fyribrigdum og hjálpa til við at áseta orsakasamband (causal links).

Predictive Maintenance ger brúk av ikki-oyðandi royndum (nondestructive testing) so sum hitamáting, accelerometur, olju kanning ella myndagreining via Computer Vision fyri at meta um stand og støðu á útgerð. Predictive Maintenance ger eisini brúk av útvortis viðurskiftum og mátingum frá heildarskipanini, sum útgerðin er partur av.

Tað verður lættari at gera upp møguleikan fyri skaða á útgerð við brúk av Predictive Maintenance. Hetta hvørt útgerðin hevur verið úti fyri einum slagi, yvirspenningi, høgari átyngd ella øðrum møguliga skaðiligum hendingum, ella sum fylgju av ógáaðum sliti. Onkuntíð er gjørligt at síggja hetta við Condition Based Monitoring sjálvt um einki sæst við manuellum eftirliti.

Tá ið nýggj modell av útgerð verða ment, verður álit mangan sett á viðlíkahalds mannagongdir fyri eldri modell. Hesar mannagongdirnar kunnu vera minni neyvar enn gingið verður út frá, síðani útgerðin ikki er roynd í sama vavi sum eldri modell. Predictive Maintenance kann hjálpa við at eyðmerkja hesi frávikini. Hetta er ikki einans galdandi fyri nýggjar trupulleikar, men kann eisini hjálpa okkum at skilja hví og hvussu nýggja útgerðin er betri enn eldri útgávur.

Predictive Maintenance finst í nógvum frábrigdum, og kann gera brúk av óregliligum ella beinleiðis dátum, A.I. ella snildum algoritmum og mennist skjótt nú sum nógv arbeiði verður lagt í gransking og menning av Predictive Maintenance skipanum. Tað, sum hesi frábrigdini hava til felags er, at tey flyta týdningin av viðlíkahaldi frá “svíking og umvæling” til “forsøgn og fyribyrging”

Implementering

Implementering av einari A.I. Predictive Maintenance beinleiðis eygleiðingarskipan er ikki einfalt. Hetta krevur nógva planlegging, skyn og praktiska fyrireiking. Úrslitið kann tó vera væl vert innsatsin.

Fyrst er neyðugt við dátum at trena skipanina við. Søguligir sensor útlestrar eru vanliga eitt gott byrjunarpunkt. Flestu sensor dátur, hvørt tær verða brúktar ella ikki, verða í dag vrakaðar, antin beinanvegin ella eftir stutta tíð. At goyma hesar dátur krevur at organisatiónin hevur mannagongdir ásettar til at savna og goyma hesar dátur trygt. Arbeiðið sum krevst til hetta og tað stóra vavið av dátum kann taka dirvið frá summum. Vit hava ment konseptið Data Stream Consolidator til júst hetta.

Screenshot av okkara DSC demo
Screenshot frá okkara Data Stream Consolidator demo skipan. Sí demo

Harnæst er týdningarmikið at dátugóðskan er høg og at dáturnar kunnu brúkast av skipanini. Flestu sensor dátur eru lutfalsliga lættar at reingera (klárgera) til Predictive Maintenance. Vanliga snýr tað seg um at breiða út, umseta og kortleggja dáturnar.

Onnur sløg av dátum, so sum viðlíkahaldsrapportir, kunnu hava við sær størri avbjóðingar og krevja eina størri arbeiðsíløgu. Nógv virkir halda gjølliga eyga við viðlíkahaldi, hendingum og eftirliti, og hava skjalagoymslu, sum góðar og nágreiniligar upplýsingar um søguliga standin á útgerð. Um hesi skjølini kunnu leinkjast til serstaka útgerð og geva løtumyndir av teirra standi til ymiskar tíðir, er eitt gott fundament lagt fyri brúkbarum Predictive Maintenance.

Um hesi skjølini ikki eru skipaði til maskinlestur, t.d. við at hava týðiligar bólkingar av standi og støðu, og/ella ikki eru væl leinkjaðar til serstaka útgerð, so er neyðugt at reinsa dáturnar áðrenn tær kunnu brúkast. Til hetta hava vit ment ein A.I. Auto Classifier. Hendan skipanin er ment til at reinsa dátur, sum hava tørv á bólking (classification) áðrenn tær verða brúktar.

Um fyrsta treytin er lúkað, og vit hava søguligar sensor dátur klárar til brúk, so er tað eisini sannlíkt at vit kunnu taka okkum atgongd til ein live-feed av hesum dátum. Hetta kann eisini verða fullnýtt við áður nevnda Data Stream Consolidator.

So komplekst sum Predictive Maintenance kann vera, er endamálið við tí tó sera einkult og skilligt: “At kenna til framtíðar stand og støðu á útgerð í góðari tíð til at handla.”