Kunningartøkni til øll endamál

Vit menna software til øll endamál, og vit veita allar tænastur frá hýsing og viðlíkahald til support og víðarimenning.

Til allar vinnur…

Vit hava veitt tænastur til allar vinnur og ídnaðir, frá móta- og handilsvinnuni til kolvetnis og vind ídnaðin og alt sum liggur harímillum.

…og allar tørvir

Vit hava ment skipanir til:

KT menning tænastur
Og mangt annað

Eitt lítið virki…

Vit eru eitt lítið virki og vit leggja dent á at veita okkara tænastur sum eitt lítið virki. Hetta merkir, at vit hava ta persónligu tænastuna og tað menniskjaliga sambandið við kundan fremst í huga í okkara arbeiði.

…við nógvum royndum

Hóast virkið er lítið hava vit nógv ár av royndum á baki, og hava arbeitt við stórum og smáum bæði í Føroyum og uttanlands. Hetta merkir at vit hava royndirnar og vitanina til at veita KT-menning frá byrjan til enda til næstan allar tørvir.

Greitt og neyvt samskifti um forvæntningar, krøv og prísáseting eru í hásæti.

Setið tykkum í samband við okkum fyri at hoyra nærri.