KT serkunnleiki

Hvørt tað snýr seg um projektering, uppseting, implementering, integratión ella viðlíkahald av KT, er ofta tørvur á serkønum fólki til at tryggja at alt gongur væl og smidliga.

Til tað lítla…

Ikki øll virkir hava egin KT-fólk, men flestu virkir hava tó tørv á KT serkønum av og á. Her kunnu vit vera ein góð hjálp.

…tað stóra…

Við sera breiðum royndum við bæði tí vinnuliga og tí tøkniliga, eru vit ein sterkur millumliður ímillum forrætningstørvirnar á tí einu síðuni, og KT loysnini á hinari. Vit hava arbeitt uppá skipanir í nógvum ymsum vinnum og ídnaðum, og hava eitt gott yvirlit yvir møguleikar og avbjóðingar í KT landskapinum.

…og tað spennandi

Vit eru ein góður samstarvsfelagi at hava á KT síðuni til innovatión av nýggjari tøkni og konsept menning. Vit hava verið við til at menna nógvar nýggjar og spennandi verkætlanir heilt frá automatisering og apps til 3D greiningaramboð og AI skipanir.

Setið tykkum í samband við okkum um tit sita við einum tørvi, sum tit ikki fáa loyst.