Pætur Mortensen - KT mennari
Pætur Mortensen

Lívsleið

Pætur Mortensen er føddur í Tórshavn í 1983 og búði fyrstu 23 árini av lívi sínum í Hoyvík. Eftir at hava lokið útbúgving á støddfrøðiligu deild í studentaskúlanum í Hoydølum og eitt ár ella tvey av arbeiði, flutti hann til Keypmannahavnar í 2006, har hann tók útbúgving sum Multimediedesigner og tók víðari útbúgving sum e-Concept developer. Í 2013 flutti Pætur saman við unnustuni (nú konuni) og soninum til Spania, har hann menti KT skipanir og undirvísti tøknilig fak á Marbella Design Academy. Í 2019 flutti Pætur heimaftur til Føroyar við familjuni, sum nú taldi eina dóttur (og ein hund) afturat. Í Føroyum hevur Pætur hildið áfram við sínum virki til í dag.

Vinnulig mál

Síðani hann fór undir víðariútbúgving í Danmark, hevur Pætur sett sær til mál at tilegna sær evnini og førleikan til at menna KT skipanir til øll endamál frá byrjan til enda. Hetta umfatar at skilja forrætningstørvin, projektera loysnir, samskipa verkætlan og at fremja útførðsluna.