Stutt sagt, so eru QR (Quick Response) kotur ein sera vælegnaður máti at byggja brúgv ímillum materiella og talgilda veruleikan. QR kotur verða m.a. brúktar til at lesa ferðaseðlar, atgongumerkir, vørur, gávukort og til skjalprógvan av ymsum slag.
QR kotur eru at samanbera við strikukoturnar (strikulyklar), sum verða brúktar í handlum, men kunnu tó nógv meiri.
Vanliga verður ein lasara skannari brúktur til at lesa strikukotur. Men fyri at lesa eina QR kotu, er neyðugt við einum talgildum myndatóli, t.d. myndatólið á fartelefonini, og software til at tulka QR kotur. Myndatólini – ella rættari: myndatøku-appin – á flestu fartelefonum hava longu QR lesara.
Fyri at kanna um myndatólið á tínari fartelefon hevur QR lesara í síni myndatøku-app, kanst tú opna myndatólið og peika tað á myndina ovast á hesari síðuni soleiðis, at sjálv QR kotan øll sum hon er, sæst á skerminum. Alt eftir hvat slag av telefon og mynda-app, tú hevur, skuldi ein leinkja til samband-síðuna á hesari heimasíðuni víst seg.
Um mynda-appin á telefonini ikki hevur QR-lesara, finnast nógvar QR-lesara appir til øll sløg av telefonum.
Ótrúliga fjølbroytt
Ein QR kota er sum oftast bara ein stuttur tekstur, men við eitt sindur av kreativiteti kann nógv fáast burturúr einum stuttum teksti.
Eyðmerking
QR kotur verða mest brúktar til eyðmerking, har kotan er ein einskilaður tekstur ella tal, ið umboðar ein persón, eina vøru, eitt atgongumerki e.l. Hetta slagið av QR kotu verður fyri tað mesta brúkt saman við einari app á telefonini ella á serligari útgerð, sum er gjørd til at kenna koturnar aftur.
Um tú lesur QR kotuna niðanfyri við einum myndatóli sum er ført fyri at lesa hana, sært tú tekstin QR-K0T4. Hesin teksturin í sær sjálvum kann ikki brúkast til nógv, men kundi t.d. verið eyðmerkið á einum ferðaseðli um hann varð lisin ígjøgnum rætta app.
Leinkja
Ein annar vanligur máti at brúka QR kotur er at leinkja til heimasíður. Hetta kann vera hent um tú hevur avmarkað pláss, t.d. eitt vitjanarkort, og ynskir at geva brúkaranum meiri upplýsingar enn pláss eru fyri.
Skannar tú dømið uppá eitt vitjanarkort niðanfyri, fært tú eina leinkju til eina síðu við fleiri upplýsingum um eigaran.
Kontaktupplýsingar
Eisini ber til at innseta kontaktupplýsingar á eitt vitjanarkort soleiðis, at tá ið QR kotan verður skannað, verður ein kontakt upprættað automatiskt á telefonini.
Royn at skanna kotuna niðanfyri
Send til app
Eisini er vanligt at senda brúkaran til eina app á telefonini. T.d. verður hetta brúkt til at senda brúkaran til ein Facebook vanga á sjálvari Facebook appini, senda út eitt tweet á Twitter ella at geva brúkaranum stig á einum mobil spæli.
Flestu QR lesarar hava eisini møguleikan at biðja telefonina velja app sjálvi. T.d. at senda ein teldupost við vanligu t-post appini á telefonini, sum víst niðanfyri.
G.G.: Heimasíðan example.com og teldupostar á adressuni, t.d. test@example.com, eru avsett til royndar endamál, so tit kunnu eisini senda hendan postin uttan at tað forstýrar nakran.
Boð
Síðani QR kotur kunnu innihalda allan tekst, er eisini møguligt at leggja eini boð í kotuna.
Hetta er hent um ein longri tekstur skal goymast á telefonini. Sum sæst omanfyri, verður sjálv QR-kotan eisini tað størri.
Leinkja skipanir saman
Við einari QR kotu ber eisini til at leinkja skipanir saman, t.d. at stýra innihaldinum á einum skermi við einari fartelefon. Hetta er sera hent til nógv ymisk endamál, t.d. um tú ynskir at nýta fartelefonina sum fjarstýring á eini framløgu á stórskíggja, at flyta fílur ímillum eindir uttan innritan, at samanbinda ymsar appir á fartelefonini við teldur o.s.fr.
Mangt annað
QR kotur kunnu brúkast til nógv onnur endamál, harímillum:
- AR (Augmented Reality). Ofta brúkt til at plasera lutir í veruleikanum í mun til rúmið í einari 3D app
- Vísa til fjølmiðlar, t.d. til video, myndir, skjøl o.s.fr.
- At gjalda fyri vørur og tænastur
- At innrita á heimasíður og KT skipanir
- Bíleggja vørur, mat og tænastur í handli, matstovu ella aðrastaðni
- … Og mangt annað
QR kotur eru ein góð loysn til nógvar trupulleikar, har avbjóðingin liggur í bronglutum samskifti ímillum veruleikan og talgildar skipanir ella ímillum ymiskar talgildar eindir.
Ljóðar hetta sum ein tørvur, tit sita við, kunnu tit seta tykkum í samband við okkum fyri at hoyra hvussu hetta kann loysast.