The Second Hand

The Second Hand er ein fullflýggjað handilsskipan til Consignment Stores. Hóast vit kalla hana eina POS skipan, inniheldur hon lagurstýring, kundastýring, bókhald og CRM funkur.

Handlar, ið selja brúktar lutir vegna onnur (consignment stores) standa í stórum vøkstri. Í stuttum bjóða hesir handlar hyllapláss og sølutænastur til fólk, vanliga privatepersónar. Summir handlar leiga út hyllapláss, aðrir taka inn vørur og standa fyri allari mannagongdini handan søluna. Handlar eru, sum líkjast loppumarknaðum, summir miðsavna seg um serlig vørusløg, t.d. tøkni ella klæðir. Onkrir av hesum handlunum hava vakra útstilling og leggja seg eftir at selja vørur úr hágóðsku.

Felags fyri hesar forrætningarnar eru, at seljarin í veruleikanum er kundin, og fólkið, sum kemur inn av gøtuni at keypa, eru kundi kundans. Altso eigarin av handlinum selur tínar tænastur til eigaran av vøruni, men eisni til kundarnar hjá sínum kundum. Hesin uppbygnaðurin ger, at t.d. skattastøðan og støðan í mun til MVG og MOMS kann verða eitt sindur bronglut.

Lutfalsliga nógv pappírarbeiði er tengt at hvørjari sølu, serliga tá ið vit hugsa um at vørur ikki lættliga verða bólkaðar sum í vanligum handli, men hvør einstøk vøra hevur sínar egnu eginleikar.

Ein av best umtóktu sløgum av consignment stores eru handlar, ið selja klæðir. Sum við øðrum handlum av slagnum, er hvørt plagg einstakt, við egnum avtalum við veitara, prísi, eginleikum o.s.fr.

Klædnahandil
Consignment klædnahandil

Tá ið tað kemur til POS (Point Of Sale) skipanir, eru nakrar avbjóðingar. Ikki er gjørligt bara at íbinda skipanina til ein databasa av strikulyklum og byrja at selja.

Lagurstýring og stýring av fíggjarviðurskiftum við kundarnar fylgja heldur ikki vanligu handilsmynstrunum.

Og harafturat kemur spurningurin um bókhald. Grundað serligu forrætningsmodellina fyri tílíkar handlar, er tørvur á lutfalsliga nógvum skjølum. Bókhaldið kann gerast sera møtimikið og er beinleiðis tengt at talinum av einstakum sølum. Hetta kann enntá taka stóran part av vinninginum.

Hesar vóru orsøkirnar til, at vit byrjaðu okkara arbeiði á “The Second Hand.” Vit vistu, at vit ikki bara skuldu gera eina POS skipan, men heldur eina fullfíggjaða skipan til at handfara so at siga øll aspekt av handilsrakstrinum. Og tað er júst tað, vit gjørdu.

POS skipan
POS skipanir eru ikki ein one-size-fits-all loysn

Vit byrjaðu við at gera eina skipan til kundastýring, sum loyvdi handilseigaranum at uppseta kundar (seljarar) við upplýsingum um teirra viðurskifti við handilin, so sum vinningsbýti, tænastuprísir o.s.fr.

Síðani gjørdu vit eitt modul til lagurstýring, ið heldur skil á kundans vørum, so sum stødd, slag, prísur, lagurstøða o.a.

Ein skipan til prent og lesing av strikukotum (barcodes) varð ment og lagt afturat skipanini. Hetta soleiðis at handilseigarin kundi útskriva strikukotur til hvørja vøru til smidliga sølu og vøruteljing.

Eitt modul til vøruteljing varð algt afturat, soleiðis at brúkarin kundi ganga runt í handlinum við kotuskannara og fáa yvirlit yvir teirra lagurstøðu. Tap vegna t.d. stuldur verða automatiskt skrásett og atkomulig fyri handilseigara og seljara.

POS-parturin var síðani mentur at virka sum POS skipanir í øðrum handlum,

Hóast vit valdu at kalla skipanina eina POS skipan, er POS modulið bert ein partur av einari heilari handilsskipan. Hesin parturin av skipanini virkar sum í øðrum handlum, har kundin kemur til kassan, strikukotur verða lisnar og gjald fer fram eftir vanligu fortreytunum. Kvittan verður prentað til kundan og søludátur verða sendar til hini modulini í skipanini til viðgerð.

Síðani bókhald er ein stór avbjóðing fyri hetta slagið av handli, gjørdu vit eisini eina bókhaldsskipan, sum bókaði allar sølur eftir donskum bókhaldsreglum, beinleiðis úr POS skipanini. Øll neyðug skjøl verða automatiskt útflýggjaði úr skipanini til uppgerð. Hetta minkar munandi um arbeiðsbyrðuna hjá bókhaldinum.

Hóast skipanin upprunaliga varð ment til at nøkta tørvin hjá einum einkultum kunda, er hon ment sum eitt SaaS og kann ambætast til allar handlar við hesum tørvum.