Zimplehour

Zimplehour er ein tíðarskrásetingarskipan til konsulent-líknandi virkir. Skipanin leggur dent á produktivitet, rapportering og greiningarmøguleikar.

Zimplehour er ein einføld tíma skrásetingarskipan til virkir ið bjóða konsulent tænastur og gera brúk av flex tíð. Hendan skipanin varð spunnin av okkara DDB skipan, sum fekk menningina setta á pausu. DDB hevði eina ørgrynnu av hentleikum, harav eina holla skipan til tíðarskráseting, sum var ment til at máta produktivitetin á verkætlanum ið gjørdu brúk av starvsfólki við ymiskum lønarsáttmálum, tímalønt, mánaðarlønt, akkord o.s.fr.

Ein av størstu avbjóðingunum hjá konsulent (ráðgevara) virkjum er at halda skil á produktivitetinum og a tryggja at fakturerbarir tímar verða skrásettir rætt, og rættar rokningar verða sendar til kundan. Dagliga arbeiðið hjá einum starvsfólki á einum tílíkum felag inniber ikki bara fakturerbarar tímar, men eisini innanhýsis tímar sum, hóast teir skapa virði, ikki kunnu fakturerast til nakran kunda.

Zimplehour leggur nøkur stig omaná tíðar skrásetingina við at krevja at starvsfelagin innskrivar nakrar upplýsingar til hvørja skráseting. Soleiðis fær virkið fult yvirlit yvir hvar tímar verða brúktir, og eru ivamál, kann kundin fáa fult útgreinaðar rokningar við teksti, sum lýsir hvat arbeiði er gjørt.

Hóast kravið um meiri skráseting av dátum, leggur skipanin so at siga einki omaná arbeiðsbyrðuna hjá starvsfólkinum, kanska 1-5 minuttir um dagin alt eftir hvussu nágreiniliga tímar verða skrásettir. Afturfyri hevur virkið sera góðar upplýsingar um hvar tímarnir fara, og hevur nógvar greiningarmøguleikar, sum tey annars ikki høvdu havt.

Virkið hevur møguleikan at fáa eitt skjótt yvirlit yvir teirra fakturerbaru og ikki-fakturerbaru tímum, antin sum eitt yvirlit ella per starvsfólk/per kunda. Hetta hjálpir teimum at svara nøkrum týdningarmiklum spurningum og at taka vælupplýstar avgerðir.

Serliga tað at kenna til sambandið ímillum fakturerbarar og ikki-fakturerbarar tímar gevur virkinum eitt betri innlit í sítt avrik. At hyggja eftir ikki-fakturerbarum tímum gevur virkinum eina ábending av hvørji umráðir hava tørv á optimering. Hvar fara spilltímar, verður ov nógv tíð brúkt uppá óneyðugar uppgávur, hvussu brúka starvsfólkini tíðina hvør í sær, hvørjir kundar geva best yvirskot o.s.fr.

Zimplehour miðjar eftir at geva kundanum amboð til at greina og optimera sínar fakturerbaru tímar eins og at vísa goymdar konstnaðir, sum annars fara framvið ósæddir. Zimplehour bjóðar eisini eygleiðingar- greiningar- og rapporterings tól til at taka avgerðir sum eru grundaðar á fakta heldur enn varhuga og persónliga meting.