Default image

Pætur

Qr kotur

QR kotur
QR kotur kunnu brúkast til ótrúliga nógv spennandi. Vit bjóða øll sløg av tænastum til prenting og lesing av QR kotum, og QR-baseraðar skipanir, t.d. til atgongumerkir, gávukort, vøru ID o.m.m.m.a

The Second Hand

The second hand POS skipan
The Second Hand er ein fullflýggjað handilsskipan til Consignment Stores. Hóast vit kalla hana eina POS skipan, inniheldur hon lagurstýring, kundastýring, bókhald og CRM funkur.

DDB

DDB - KT-skipan til byggivinnuna
DDB er ein KT-skipan til produktivitetsmáting og -optimering á byggivinnuni. Skipanin leggur seg eftir teimum trimum umráðunum: tíð, tilfar og logistik

Ground Transit

Ground transit skipanin
Okkara Ground Transit skipan er ein skipan, sum upprunaliga varð ment í samstarv við Vága Floghavn, fyri at geva ferðandi betri upplýsingar um víðari ferð av floghavnini

Autónomos

Autonomos - smærri virkir
Vit mentu Autónomos skipanina til at lætta munandi um virkisraksturin hjá smáum sponskum virkjum

Zimplehour

Zimplehour - skipan til tíðarskráseting
Zimplehour er ein tíðarskrásetingarskipan til konsulent-líknandi virkir. Skipanin leggur dent á produktivitet, rapportering og greiningarmøguleikar.

Autosata

Autosata billing automation
Autosata er liðurin ímillum teir stóru fylgisveina veitararnar og endabrúkaran. Skipanin týður dátur frá fylgisveina veitara til fakturerbarar linjur og veitir autofakturering til "Airtime Resellers"

Innleiðing til Predictive Maintenance

Predictive Maintenance

Hendan greinin lýsir hugtakið Predictive Maintenance (Forsøgið Viðlíkahald) í høvuðsheitum og uttan mun til serstaka útgerð. Altso sum heildarreglur, ið kunnu brúkast til øll sløg av útgerð og materialum. Greinin brúkar nógv ensk hugtøk, sum ikki hava almennar umsetingar til…

A.I. Auto Classifier

A.I. Auto Classifier Vitlíki bólkingarskipan
A.I. Auto Classifier er ein skipan til generella reinsing av dátum. Skipanin gevur tí ólærda brúkaranum lætta og skilliga atgongd til kompleksar A.I. algoritmur

Data Stream Consolidator

Data Stream Consolidator

Við einum skjótt vaksandi tali av dátustroymum, serliga frá IoT (Internet of Things) eindum, kemur eisini ein vaksandi tørvur á mannagongdum og strategium til at savna, goyma, viðgera og forbrúka dátur frá eindum og skipanum. Data Stream Consolidator [DatCon] er…

D3.js

D3.js - Data Driven Documents

Við D3.js kunnu vit gera visualisering av øllum dátum, hvørt tær finnast í XML, JSON, CSV formati, koma frá einari API ella okkurt heilt triðja. Hvørt tit ynskja grafar til framløgur, grafik til miðlar ella beinleiðis dátuvisualisering, er D3.js dátuvisualisering…

CentOs

CentOs - stýrikervi

Vit veita ambætarar og support til CentOS stýriskipanina. Um CentOS CentOS (Community Enterprise Operating System) er ein Linux Distributión, sum serliga verður brúkt til ambætarar, arbeiðsteldur, workstations og supercomputers.

Apache

Apache http hýsing

Vit veita hýsing við Apache http server. Apache er mest brúkta web server software á netinum. Vit hýsa næstan øllum okkara skipanum á Apache. Um Apache Apache er software til til http hýsing. Allar heimasíður og vev-skipanir eru hýstar á…

Cypress

Cypress software til e2e test

Skalt tú hava eina góða og støðufasta skipan, er neyðugt at testa hana. Størri skipanin er, meiri týdning hevur tað, at hon verður testað gjølla og javnan. Øll nýggj menning kann hava við sær feilir, og tað er meiri enn…

Git

Git útgávustýring

Menning av størri skipanum kann skjótt verða sera kompleks, og tá er neyðugt at hava eitt gott eyga við útgávum (versjónum). Er tørvur á útrulla broytingar og rættingar síðuloypandi við at størri útgávur verða mentar, er skjótt neyðugt at hava…

Joomla

Joomla CMS

Vit bjóða menning, viðlíkahald og hýsing av Joomla heimasíðum. Næstan óansæð hvat slag av heimasíðu skal gerast, er tann vælumtóktað CMS skipanin, Joomla eitt gott og trygt val. Við nógvum útbyggingarmøguleikum og einum stórum felagsskapi av mennarum, eru møguleikarnir stórir…

CodeIgniter

Codeigniter til KT menning

CodeIgniter ið er tað, sum kallast eitt Rapid Development Web Framework, gevur okkum førleikan at menna KT-skipanir til sera kappingarføran kostnað, og í nógvum førum sera skjótt. Vit hava ment ótaldar applikatiónir, heimasíður og skipanir við CodeIgniter, harímillum skipanir til:…

SQL

SQL databasar

Vit arbeiða uppá allar databasar, ið gera brúk av SQL ella variatiónum harav. Við meiri enn 15 árum av royndum innan SQL á nógvum ymiskum skipanum, kunnu vit taka okkum av flestu uppgávum til flestu databasar. Um SQL SQL, Structured…

Python

Python forritanarmál

Til forritan av loysnum, sum ikki eru tengdar at vevsíðum velja vit ofta at brúka Python. Umframt at vera vakurt at lýta á, er hetta heildarforritanarmálið sera vælegnað til til nógv ymisk sløg av uppgávum, frá vísindaligari forritan og AI…

Node.js

Node.js KT mennning

Vit bjóða menning við Node.js og øðrum server-side JavaScript umhvørvum sum t.d. SAP HANA XS. Vit eru serkøn innan menning við JavaScript, serliga á client-side, men hava eisini arbeitt nógv við JavaScript á ambætaranum og aðrari útgerð. Hóast vit sum…

WordPress

Heimasíður við Wordpress

Vit veita allar tænastur til WordPress heimasíður, heilt frá menning, uppseting og viðlíkahald til hýsing á netinum. WordPress er ein av best umtóktu CMS skipanum í heiminum, og verður brúkt til alt frá simplum heimasíðum til stórar portalar, net-handlar og…

WHM

WHM hýsing

Umframt at veita hýsing við WHM/cPanel, kunnu vit veita WHM kontur til okkara kundar. Um WHM WHM (Web Host Manager) er eitt net-baserað amboð til stýring av ambætarum. Umframt stýring av ambætaranum, hevur WHM tól til at stýra SSL certificates,…

PHP

PHP menning av web applikatiónum

Síðani vit fyri meiri enn 15 árum síðani byrjaðu uppá PHP forritan hava vit gjørt flestu okkara skipanir við hesum málinum. PHP er eitt sera máttmikið forritanarmál, ið serliga er væl skikkað til menning av net-applikatiónum, heimasíðum og øðrum skipanum…

jQuery

KT-menning við jQuery

Vit brúka jQuery til flestu uppgávur, ið verða lanceraðar til World Wide Web. Um jQuery jQuery er eitt JavaScript library, ella ein samling av funkum, sum upprunaliga varð ment til at gera arbeiðið við JavaScript munandi skjótari og lættari. Hóast…